Vága kommuna: Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, sum kommunan er partur av, hevur 3 súlur fyri at fremja góða sálarliga heilsu. At vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin. Og fríggjadagin og leygardagin gera vit eitt sindur av hvørjum tá tað kemur til heilsugott lív (vera virkin), trivnað (vera saman) og umhvørvi, ikki einans náttúran, men eisini grannalagið og sosiala lívið í bygdunum (vera hugbundin).
Longu frá uml. kl. 10.00 fríggjamorgunin til kl. 16.30 og allan leygardagin, er møguligt at royna seg í parkour, saman við royndum parkour venjara. Parkour banin stendur á økinum millum bygdarskúlan og ósan í Miðvági. Parkour er ein ítróttargrein, har ein við rørslum, í tí umhvørvi man er í, skal ígjøgnum nakrar forðingar sum liggja í umhvørvinum.
Leygarmorgunin 18. juni kl. 10.00 bjóðar kommunan til morgunmat inni á Giljanesi. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og greiður eitt sindur frá um aktuell mál í kommununi, Hans Ravnsfjall fer at tríva í nakrar barnasangir, og Rynkenby Føroyar steðga á, á Giljanesi í samband við sína venjing til longu leiðina til París.
Liðið hjá Rynkenby Føroyar fer at skipa fyri eini felags upphiting, saman við okkum øllum sum eru møtt til morgunmat, og síðan handar borgarstjórin teimum eina stuðulsgávu frá kommununi, áðrenn tey leggja leiðina víðari við teirra venjingarskrá fyri dagin. Í ár er tað Miðvágs Róðrarfelag sum stendur fyri morgunmatinum í høllini. Øll eiga at hava sítt egna kaffi/te krúss við til vertin, so vit nýta sum minst av plast ella papp koppum.
Seinnapartin fara vit út í grannaløgini, kring um í kommununi, at rudda. Frá kl. 14.00 til 16.00 eru vertir í hvørjum grannalag sum, afturfyri ein posa við ruski, bjóðar pannukøkur ella annað gott, afturvið einum kaffimunni. Eins og til morgunmatin, eiga øll at hava egið krúss við.
Tá ruski er samlað á einum stað í grannalagnum, koma fólk hjá kommununi og heinta ruski, og burturbeina tað á skynsaman hátt. Grannaløgini gera sjálvi av um øll heinta rusk, ella um onkur kanska fer eftir eini rívu og lúka.
Bilurin hjá kommununi tekur einans rusk sum er ruddað í grannalagnum. Endamálið er ikki, at húsarhaldsrusk úr kjallarum ella aðrastaðni verður sett saman við tí, sum verður rudda úti í grannalagnum. Umhvørvisplássið er opið frá kl. 14.00 til 16.00 til tað sama.
Sunnumorgunin er gudstænasta í Miðvágs kirkju. David Johannesen, prestur fer í prædiku síni at koma inn á náttúru og náttúruvernd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald