Annað

Minnist til at klippa trø og runnar so tey ikki eru til vanda í ferðsluni

Nú summarið er farið at halla og heystið kemur, vilja vit minna borgarar í Vága kommunu á at ansa eftir, at trø, runnar og annar gróður ikki eru til ampa ella vanda fyri fólk, sum ganga, renna ella súkkla, ella fyri grannar..

2026-09-03 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina í kommununi, at gróður verður hildin innan mark og ikki veksur út á gongubreytir.

Kommunan fær javnan áheitanir frá borgarum um trø og runnar, sum eru til ampa ella kunnu skapa vandamiklar støður. Vit heita tí á øll um at klippa trø og runnar og halda gróðurin í hóskandi standi. Hetta er serliga umráðandi við vegamót, innkoyringar og ferðsluskelti, so øll ferðandi hava gott sýni.

Vága kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder