2022-03-15 09:44
Sjúkrarøkt.fo skrivar:
Um ársins sjúkrarøktarfrøðing verður sagt, at Mildrid hevur:
Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk
Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum
Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon:
- altíð heldur sína fakligu vitan dagførda
- altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi
- altíð torir at verja sjúkrarøktina
- altíð tryggjar sjúklinginum skjóta og góða hjálp
Er persónlig inspiratión við sínum:
- hegni og kreativiteti
- róliga, jaliga, álitisvekjandi, hjálpsama og semjusøkjandi lyndi
- evnum at styrkja og gagnnýta bestu eginleikar hjá sínum samstarvsfeløgum
Mildrid er sjúkrarøktarfrøðingur á skurðambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald