Metstórt tal á føroyskum tónlistafólkum á The Great Escape. Umframt Æðrasoppar, Brimheim og Mariannu Winter eru í dag Jazzygold og Frum almannakunngjørd til festivalin.
Vit høvdu fyri kortum ta stóru gleði at ta stóru gleði at boða frá, at Føroyar aftur fara at verða væl umboðaðar við heilum fýra tónlistafólkum á tí almennu skránni til The Great Escape Festival i 2023.
Marianna Winter, Brimheim og Æðrasoppar vórðu kunngjørd tá, meðan vit bíðaðu eftir einum fjórða tónlistafólki, ið skuldi kunngerast. Vit kunnu nú boða frá, at tað verða ikki fýra føroysk tónlistafólk á almennu skránni á The Great Escape, men heili fimm!
Tí at umframt Mariannu Winter, Brimheim og Æðrasoppar eru nevniliga bæði Jazzygold og Frum løgd aftrat á skránni.
Glenn Larsen, leiðari fyri FMX, er entusiastiskur:
«Hetta verður ein spennandi og hektisk vika fyri føroyskan tónleik. Vit vita, at umframt metnógv tónlistafólk eru á skránni til The Great Escape, so er hetta sama vikan, sum Reiley fer á pallin í Liverpool. Haraftrat er líkt til, at vit fara at hava tónlistafólk á Tallinn Music Week, sum eisini eru júst somu dagar.»
Larsen tekur uppaftur tað, hann segði í undanfarnu Great Escape-kunngerðini:
«Vit eru so sera fegin um aftur at hava fingið so nógv pláss á eini so týdningarmiklari stevnu sum The Great Escape. Tónleikararnir, ið spældu í fjør, hava allir upplivað fleiri positivar reaktiónir sum ringar í vatni við nýggjum avtalum og nýggjum sambondum og ikki minst fleiri útlendskar spæliavtalur. Vit kunnu av sonnum siga, at nógvir útlendingar í tónleikavinnuni løgdu merki til bæði Føroyar og teir føroysku tónleikararnar.»
Um tónlistafólkini, ið koma á festivalin, sigur hann:
«Brimheim spældi sum nevnt eisini í 2022, men er nú boðin aftur av The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Europa. Tær vórðu báðar bílagdar eftir, at bíleggingarstjórin hjá The Great Escape slapp at uppliva tær á G! Festivalinum í fjør summar. Eg eri sannførdur um, at tær fara at taka henda kjansin við báðum hondum. Jazzygold er væl í gongd við eitt internationalt átak, og afturljóðið og áhugin hava verið mikið góð, meðan Frum hevur eitt apparat aftanfyri seg, sum eg eri sannførdur um, at vit fara at fáa nógv burturúr á festivalinum.»
The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri henni, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum.
Stevnan varð stovnað í 2006 og er vertur fyri einar 300 bólkar, býttir á 30 pallar um allan býin.
Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Europa og øðrum pørtum av heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni. The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur. Fyri ikki at gloyma: í 2022 settu Føroyar eitt stórt fótafar á festivalin og býin við fyri fyrstu ferð at hava heili fýra listafólk á tí almennu skránni.
Vit hava nú ta stóru fragd at boða frá, at vit endurtaka suksessina, og at tað verða metnógv føroysk tónlistafólk á pallinum á tí viðurkenda festivalinum í Brighton. Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter eru kunngjørd fyrr, men Jazzygold og Frum komu aftrat í dag.
Allir tónleikararnir fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.
Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni. Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
Umframt konsertirnar verður eisini ein víðfevnd ráðstevna við innlitsførum panelum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum.
Meira um The Great Escape her: https://greatescapefestival.com/
Undanfarin hæddarpunkt á The Great Escape (tónleikarar og bólkar, ið hava spælt her fyrr): https://greatescapefestival.com/previous-line-ups/
Mentan
Metstórt tal á føroyskum tónlistafólkum á The Great Escape
The Great Escape fyllir á aftur við tveimum føroyskum tónlistafólkum aftrat og metnógv føroysk umboð eru við!
2023-03-07 20:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald