Mentan

Mentanarvirðisløn landsins 2021 verður latin Olafi Johannesen

Mentanarvirðisløn landsins 2021 verður latin Olafi Johannesen sjónleikara

Mynd: Bjartur Vest Poulsen.

Mynd: Bjartur Vest Poulsen.

2022-01-19 21:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Olaf Johannesen hevur sjónleik í blóðinum, og tað sæst aftur á palli og í filmi, har leiklistakynstrini eru eyðsýnd.

Boð eru eftir dugnaliga sjónleikaranum á at kalla øllum pallum í Danmark og í Týsklandi. Seinasta árið hevur Olaf aftur staðið á palli í Føroyum og spælt á sínum móðurmáli til stóra fragd fyri áskoðarafjøldirnar. Vit hittu hann í einmansleikinum Tann komiska tragedian, har hann so meistarliga bergtók áskoðaran.

Olaf Johannesen er eisini væl kendur á filmi. Hann hevur týðandi leiklut í føroysku sjónvarpsrøðini Trom, sum vit fara at síggja seinni í ár, og hann er kendur frá útlendskum filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú frá heimskendu donsku krimirøðini Forbrydelsen og frá Borgen.

Seinastu 10-15 árini hevur Olaf Johannesen vunnið eina ørgrynnu av virðislønum, bæði innan palllist, film og sjónvarp. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13.

Olaf Johannesen hevur seinastu árini ment seg á síni yrkisleið sum sjónleikari, bæði listarliga og handverksliga, soleiðis at hann í dag er mettur at vera av bestu palllistafólkum í kongaríkinum. Livandi og sannførandi leikframførslurnar fáa okkum at kenna okkum aftur í og spegla okkum í leiklutunum.

Fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur, fær Olaf Johannesen Mentanarvirðisløn landsins 2021.

Jenis av Rana, landsstýrismaður

19. januar 2022



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder