Mentan

Meet the Faroese í Berlin 2023

Tann 16. februar skipar Filmshúsið fyri einum átaki á stóru filmsstevnuni BERLINALE 2023 í Berlin.

2023-02-13 11:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


20 framleiðarar, leikstjórar og filmsfakfólk fara avstað við ítøkiligum verkætlanum fyri m.a. at skapa samstørv, menna og skapa nýggj sambond og fáa íleggjarar til samframleiðslur. Filmshúsið hevur luttikið í Berlin fyri fimm árum síðani. Tá var endamálið at greiða frá nýggja stovninum – Filmshúsið og hvørjar ætlanirnar vóru. Hesaferð er endamálið eitt annað.


Føroyska Filmshúsið skipar ferðina og hevur bás á stóra European Film Market, har tey gera føroyska filmsvinnu sjónliga. Harafturat skipar Filmshúsið fyri tiltakinum "Meet the Faroese", har 70 fólk eru boðin - filmsfakfólk, leiðandi fólk fyri onnur filmsinstitutt, umboð fyri stórar filmsstevnur (festival programmers), sølufólk, framleiðarar, Creative Europe, Cine-Regio og onnur - eru boðin.  

Luttøkan á Berlinaluni er ein liður í at menna filmsvinnuna við økja um virksemi, førleikamenna og skapa støðug arbeiði og fleiri arbeiðspláss.

Fyri filmsvinnuna er afturberingaskipanin eitt tað besta amboð at hava við á eina slíka stóra stevnu. Hon kann veruliga gera mun, tá útlendskar framleiðslur skulu dragast hendan vegin

Tann 21. februar vendir allur hópurin aftur til klettarnar. Tina í Dali Wagner, leiðarin fyri Filmshúsið, sigur at fleir fyrispurningar um samframleiðslur eru, so tí er tað neyðugt at luttaka á slíkum stevnum. Til ber at lesa um virksemi hjá filmshúsinum á www.filmshusid.fo


Filmshúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder