Mentan

Listaleypurin ber list út á skúlar

-

2022-01-21 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu vikurnar hava føroysku listafólkini handan SWAY og EKA- trio vitjað skúlar í Føroyum. Tey hava spælt og sungið fyri næmingum úr 0.-9.flokki í 16 ymiskum skúlum.

“Tað er gleðiligt og neyðugt at listin kemur út til skúlabørn, eisini í hesum tíðum nú heimsfarsóttin leikar á”, sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum. Børnini og tey ungu eru møguliga tey, ið eru harðast rakt í dagligdegnum, nú korona hevur leikað á í skjótt tvey ár. Tað er týdningarmikið, at listin røkkur innum skúlagátt, og at øll skúlabørn sleppa at uppliva list á høgum listarligum støði.

Komandi mánaðirnir fara 25 skúlar at fáa vitjan av millum annað tekniverkstovum, dansisýningum, animatións-og dukkusjónleiki, films-sýningum við live tónleiki og myndlist.

Stigtakarar:

Uttanríkis- og mentamálaráðið, Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og LISA-Listafólkasamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder