Hesa ferð verður øll upphæddin latin Kristinu Thede Johansen, sum er saxofonistur. Stuðulin skal brúkast til at keypa eina nýggja altsaxofon.
Ein úrvalsnevnd, ið velur millum innkomnu umsóknirnar, ger av, hvør skal fáa stuðulin. Í nevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Armgarð Weihe, umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, og Laila Hentze, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
Tey siga soleiðis um, hví tað gjørdist júst Kristina, ið fær Listaflog 2022:
"Hesin peningurin hevur stóran týdning fyri at fáa tónleikin hjá Kristinu á flog. Hon hevur seinastu árini prógvað, at hon er eitt dugnaligt tónlistafólk í serflokki. Hon hevur víst serstakliga góð evni og er ambitiøs og nærløgd. Kristina hevur lagt alla sína orku í at fylgja síni tónlistarligu yrkisleið, og hon er uttan iva tann besta, sum vit í Føroyum hava, á júst hesum økinum. Kristina skarar framúr, og Listaflog kann verða við til at stuðla undir hennara yrkisleið sum saxofonistur. Hetta er ein langtíðaríløga í hennara menning sum tónleikari.”
Hetta er fjórða ferðin, at Listaflogstuðulin verður latin.
“Listaflogstuðulin hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg, og eg eri sera errin og takksom fyri heiðurin. Stuðulin hevur við sær, at tað nú ber til hjá mær at keypa júst tað ljóðførið, ið hóskar til mín og mín tónleikaliga tørv - eitt amboð, ið arbeiðir fyri meg og ikki umvent. Harumframt ger eitt hágóðsku-ljóðføri tað lættari fyri meg at koma út í samfelagið og geva aftur av tí, sum eg havi fingið. Tónleikur og mentan sum heild snýr seg í stóran mun um at skapa upplivingar fyri og saman við øðrum, og við nýggju saxofonini kann eg við yvirskoti hugsavna meg um júst hetta. Ein stuðul sum hesin eggjar harafturat til víðari ágrýtni, virkishug og eldhug ígjøgnum stóru viðurkenningina og álitið frá Listaflogi,” sigur ein fegin Kristina Thede Johansen, sum nú fer at bíleggja sær nýggju saxofonina.
“Eg gleði meg ótrúliga nógv til at kunna bíleggja mær hesa saxofonina. Tað serliga við saxofonini er, at hon er gjørd úr messing og er gull-løgd - og júst gullið gevur saxofonini ein sera mjúkan og stóran klang. Við stuðlinum frá Listaflogi verður tað nú møguligt at ogna mær hesa saxofonina, ið verður eitt ljóðføri fyri lívið.”
Kristina Thede Johansen, sum júst hevur verið solistur til várkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, er 27 ára gomul og er búsitandi í Aarhus, har hon er í gongd við solistútbúgving sum saxofonistur á Det Jyske Musikkonservatorium. Hon er frammanundan útbúgvin Master í saxofon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald