Mentan

Lindini hevur viðgjørt evnið “ung við sálarligum avbjóðingum og korona”

-

2022-03-05 17:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Helena Bjellvåg, sálarfrøðingar í barna- og ungdómssypkiatrini, sigur, at fyri nógv ung við sálarligum avbjóðingum kennist í fyrstani korona sum ein pausa. Ung við sálarligum avbjóðingum hava nemliga ofta torført við at liva upp til ein fultpakkaðan gerandisdag í einum miðnámsskúla við kanska 1500 næmingum, frítíðararbeiði og ítrótti. Men tá so korona hevði vart eina tíð, so gjørdist korona ein sonn plága fyri ung við sálarligum avbjóðingum. Tey blivu so at siga løst inni á teirra kamari uttan møguleika at sansa verðina og møta øðrum ungum. Helena heldur at øll – og í hesum føri samkomur/kirkjur - mugu nú skapa høvið har hesi ung kunnu “stille og roligt” koma í gongd aftur. Møguleiki er at lurta eftir samtaluni við Helenu her: https://share.transistor.fm/s/815100a3

Anders Michael Raaby Grønfeldt, ungdómsprestur í fólkakirkjum í Vejle, hevur havt nógvar sálarrøktarsamtalur við ung undir korona. Hann sigur, at eitt gjøgnumgangandi tema hjá hesum ungum var at upplivilsi av meiningsloysi. Anders Michael heldur, at kirkjan/samkoman má møta ungum eftir korona og skapa relatiónir við tey, har prestar og kirkjulið/samkomulimir royna at vera nærverandi í relatiónini. Tú kanst hoyra samrøðu við Anders Michael her: https://share.transistor.fm/s/4ee22f38

Jóhannes Miðskarð gjørdi samrøðurnar fyri Lindina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder