Hóast Lindin er vorðin vaksin, so verður ymiskt nýtt í programmflatuni komandi tíðina.
Týskvøldið 25. januar og fimm fylgjandi týskvøld skipar Lindin fyri “Kreativum týskvøldum”. Fyrst er eitt interview í Lindini kl. 19,30-20,00; hesaferð við Martin Mohr í Grund sum er høvuðsmaður í “Martin and the revelators”. Eftir tað vera verkstovur sum ikki verða útvarpaðar. Verkstovurnar eru “openspace” sum merkir, at tveir innleiðandi spurningar eru. Men so restina av tíðini er tað upp til tey fólk, ið møta upp í verkstovunum, ið avgera, hvat verður gjørt á verkstovunum. Fyrsta kvøldið, aftur vegna korona-støðuna, verða bert online verkstøður við Eyðbirni Jacobsen, Jóhannis Alfred Mortensen og Jórun Pólsdóttir. Meira kann síggjast í lindin.fo.
Mánadagin 24. januar byrjar eisini eitt nýtt programmpunkt, ar Lindin fer at senda best umtóktu sendingarnar í prime-time. Í umleið tveir mánaðir herfyri hevði Lindin ikki FM-sendinet. Í hesa tíð royndi Lindin at flyta nakrar lurtarar frá FM til internet-lurtan og poddvarp-lurtan. Men Lindin konstanteraði eftir tveir mánaðir, at føroyingar eru fyrst og fremst eitt FM-lurtandi fólk. Serliga eru tað nógv sum lurta eftir FM, meðan tey koyra í bili. Uttan iva koyra flestu føroyingar í bili millum kl. 7,30 og 8,30 um morgunin. Tí fer Lindin at senda tær sendingar í hesum tíðarbilinum, sum hava verið best umtóktar ígjøgnum 22 ára søguna hjá Lindini. Tað eru lívssøgur frá Online-sendingum og “Ein forvitnislig ferð ígjøgnum bíblinuna”.
Soleiðis er fasta vikuskráin fyri hesar sendingar:
Mánadag kl. 7,30: Ein forvitnislig ferð ígjøgnum bíbliuna
Týsdagin kl. 7,30: Ein forvitnislig ferð ígjøgnum bíbliuna
Mikudag kl. 7,30: Lívið; Endursent kl. 13,30
Hósdag kl. 7,30: Lívið; Endursent kl. 13,30
Fríggjadag kl. 7,30: Ein forvitnislig ferð ígjøgnum bíbliuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald