Lýsing

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2022-2023

-

2022-05-18 07:53 Author image
-
placeholder

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna:

  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna avlopstímar og niðursetta tíð skúlaárið 2022-2023
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,70) skúlaárið 2022-2023

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2022

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan
  • Eru stundisligir og nærlagdir
  • Tola broytingar
  • Hava góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:

  • Lærarar, sum kunnu undirvísa í: støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, donskum, ítrótti, svimjing, smíð og tónleiki
  • Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut
  • Orðblindalærara

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Eftir 1. juni 2022 verður barnaváttan kravd.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.


Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder