Lýsing

Lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2022-2023

Eitt tíðaravmarkað fulltíðar lærarastarv er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna.

2022-06-20 20:32 Author image
-
placeholder

Søkt verður eftir lærara, sum:

  • hevur læraraútbúgving
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • er við til áhaldandi at menna skúlan
  • er stundisligur og nærlagdur
  • tolir broytingar
  • hevur góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:

  • lærara, sum kann undirvísa í: støddfrøði í innskúling, náttúru-og tøkni, enskum í hádeild, dreingjaítrótti og svimjing
  • lærara, sum vil átaka sær flokslæraraleiklut

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd.

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 4. juli kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.


Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast í tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder