Anna Dam, forkvinna í H71, sigur í morgun við JN.fo, at H71 hevur givið EHF boð um, at H71 ikki fer til Lviv í Ukraina.
Dysturin skuldi eftir ætlan spælast í Lviv, sum við sínum umleið 720.000 íbúgvum er størsti býurin har vesturi í Ukraina.
Enn er óvist hvussu verður við dystinum. EHF heldur fast við, at dysturin skal spælast, og hevur H71 skotið upp, at dysturin verður spældur í Póllandi.
Spenta støðan við markið millum Ukraina og Russland ger, at fleiri lond hava biði borgarnar fara úr landinum.
Kvinnurnar hjá H71 eru í Pólska býnum Warszawa.
H71 livur enn í vónini um at sleppa at spæla dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald