2022-02-12 09:00
Spenta støðan við markið millum Ukraina og Russland hevur havt við sær, at fleiri lond í gjár sendu eina fráboðan um, at borgarar í londunum skuldu fara úr Ukraina.
Millum londini eru USA, Danmark, Norra, Holland og Bretland.
In.fo skrivaði í gjár, at H71 bíðar eftir boðum úr hægri stað.
Dysturin verður spældur í Lviv, sum við sínum umleið 720.000 íbúgvum er størsti býurin har vesturi í Ukraina.
Fyrra fjórðingsfinalan í EHF Europa Cup millum HC Galychanka Lviv og H71 kann síggjast sunnudagin klokkan 12 á Youtube-rásini hjá ukrainska felagnum: TRÝST HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald