Politikkur

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2022

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2022 eru 7.000  tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 8. apríl 2022. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 24.350 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru seks umsóknir játtaðar og hava fingið tillutaði tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk. Tvær umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

2022-05-26 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og  nýskapanarvirðið í royndunum.

Av teimum átta umsóknunum um part av tøku svartkjaftakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru tríggjar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Tríggjar umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í tveimum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Í tí eina førinum skulu royndir gerast við at nýta serstakt viðgjørdan sjógv til at reinsa tangarnar. Fyri allar játtanirnar er galdandi, at svartkjafturin skal virkast á virkjum á landi og nýtast til vørur, sum verða meir mentar.

Tær tvær umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið.

Eins og undan farin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2021.

Tey feløgini, sum fingu játtan vóru:


Felag

Nøgd/Tons



P/F Faroe Marine Products

1250

P/F Hvamm

1000

P/F Driftin

1000

P/F Vestmanna Fiskavirki

1000

P/F Næraberg

2000

P/F Varðin Pelagic

750

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder