Mentan

Kunning um ráðstevnu um náttúrufatan

Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð

2022-03-04 12:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hvat er náttúra?

Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð


Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálvi, at vit liva tætt at náttúruni. Okkara list og bókmentir hálova, lýsa og dramatisera sambandið við náttúruna, og kanska serliga til havið. Men hava vit í Føroyum eina øðrvísi náttúrufatan enn onnur? Ansa vit betur eftir náttúruni og okkara tilfeingi enn onnur lond? Kjakið um náttúrumargfeldislógina gjørdi greitt, at hugtakið “náttúra” er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Sostatt gerast spurningarnir um umhvørviskreppuna eisini viðkomandi í føroyskum høpi. Hvat merkir tað, til dømis, at fiska burðardygt? Hvar gongur markið millum umhvørvisvernd og vinnulig áhugamál? Hvørji sjónarhorn gera seg galdandi í kjakinum um ferðavinnu, gongd í haga, landbúnað og lendisnýtslu sum heild? Hvønn týdning kann eitt slag av fugli, ein blóma, ella ein klukka hava fyri føroysku náttúruna og føroyingar sum heild? Hvussu gera spurningar um virði seg galdandi, tá vit hugsa um náttúru? Tosa vit um virði í sjálvum sær, peningaligt virði, mentanarligt virði, ella kanska vistfrøðiligt virði?


Við hesum ymsu spurningum í huga skipar Fróðskaparfelagið fyri einari tvørfakligari ráðstevnu, sum viðger evnið føroysk náttúra og náttúrufatan í fortíð, nútíð  og framtíð.


Ráðstevnan verður leygardagin 19. mars 2022 kl. 10 – 17 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju. Meira kann lesast um ráðstevnuna á http://frodskaparfelag.fo/hvat-er-nattura/


Øll eru vælkomin!

minst til at hava krúss við til kaffimunnin



Vinarliga,

Føroya Fróðskaparfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder