Mentan

KRIS: Um illgruni er um kynsligan ágang móti børnum og ungum

KRIS upplýsir um kynsligan, ágang og um fyribyrging ímóti, kynsligum ágangi.

2022-03-08 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sjálvt um grundaður illgruni um ágang móti einum barni ella ungum er til staðar, er umráðandi ikki at loypa framav. Gert tú tað, er vandi fyri, at umráðandi próvtilfar fellur burtur og harvið verður óneyðugur ruðuleiki. Tí er tað umráðandi altíð at vera rólig/ur ella bíða og leita sær ráðgeving, áðrenn farið verður til verka.


HVAT KANN EG GERA?


•Skriva eygleiðingar tínar niður.
•Tosa við leiðara tín um eygleiðingarnar.
•Ring til KRIS ella onnur serkøn fyri at fáa hjálp og fyri at greiða, um grundarlag er fyri
illgrunanum.
•Er málið enn ivasamt, er at geva barninum/tí unga serligan gætur í eina tíð aftrat.
•Fakfólk hava herda fráboðanarskyldu, um illgruni er um, at einum barni/ungum tørvar
serligan stuðul.
•Um mett verður, at ein veruligur trupulleiki er til staðar, SKAL barnaverndartænastan
kunnast. Hesum kann KRIS eisini vegleiða tykkum í.


VERJA BARNSINS


Tá illgruni er um kynsligan ágang, er umráðandi at taka serlig atlit at barninum/tí unga og at verja tað. Verður hetta ikki gjørt, kann inntrivið verða til meira skaða enn gagn fyri barnið/tann unga, uttan mun til um illgrunin var grundaður ella ikki.


NEYÐUGA KREPPUHJÁLPIN


Í málum um kynsligan ágang koma tey, ið rakt eru í kreppustøðu, og so statt hava tey stóran tørv á stuðli og hjálp. Foreldur hava tíðum tørv á at tosa við onkran um, at barn teirra hevur verið fyri kynsligum ágangi, og teimum tørvar eisini vegleiðing í, hvussu tey nú skulu samskifta við barnið ella tann unga, samstundis sum tey skulu stremba eftir at varðveita gerandisdagin. Barnið ella tann ungi kann eisini fáa tørv á kreppuhjálp í sambandi við kynsliga ágangin, ella í sambandi við, at onnur nú vita, hvat tí hevur verið fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder