Mentan

Krígssavnið: Nýggja byggætlanin

Á aðalfundinum á Krígssavninum hóskvøldið 24. februar 2022 varð prospektið, ið sýnir nýggju byggiætlanina hjá Krígssavninum løgd fram

2022-02-27 09:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Á aðalfundinum á Krígssavninum hóskvøldið 24. februar 2022 varð prospektið, ið sýnir nýggju byggiætlanina hjá Krígssavninum løgd fram.

Hetta er stórfingin ætlan, ið umfatar at byggja tvær nýggjar barakkir, 160 m2 hvør, uppí verandi SOR-bygning, ein vestureftir og ein eystureftir.
Bygningarnir koma tá at líkjast tí upprunaliga, sum bretar bygdu í seinna heimsbardaga.

Í Vesturbarakkini verður høvuðsinngongd og móttøka, skrivstovur til Visit Vágar, fundarhøli, almen vc, o.a.

Í Eysturbarakkini verður kafé við útisvala, har útsýnið oman á Vatn og flogvøllin er av tí besta.

Báðar barakkirnar rúma eisini parti av framsýningini, serliga nakrar stórar lutir, sum ikki er pláss fyri sum er.

Prospektið vísir eisini, at fíggjartørvurin er einar 10 mill. kr. til verkætlanina, Rakstrarætlan er eisini við, ið sýnir at raksturin fæst at hanga saman við verandi inntøkum og stuðli.

Høvuðsendamálið við nýggja prospektinum er, at fara til virki og stovnar í Føroyum og uttanlands, at útvega hesa tørvandi fígging til byggiætlanina.


Heildarætlanin
Eysturbarakkin – Kafé
Vesturbarakkin – Høvuðsinngongd, móttøka og skrivstovur hjá Visit Vágar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder