Tíðindaskriv
Krígssavnið hevur aðalfund hóskvøldið 24. februar kl. 20.00.
Tá ið sjálvur aðalfundurin er liðugur, verður nýggja spennandi byggiætlanin hjá Krígssavninum løgd fram. Eitt sokallað "prospekt" er gjørt, har greitt verður frá, í stuttum og við nógvum góðum myndum:
Føroyar undir seinna heimsbardaga
Verandi krígssavn
SOR bygningurin
Nýggja verkætlanin
Byggiætlan
Rakstrarætlan
Seinastu tvey árini hevur Krígssavnið, eins og samfelagið alt, verið nógv darvað av Koronu.
Ætlanin er, at Krígssavnið verður opið í komandi summarhálvu (1. mai til 30. sept.), leygardag og sunnudag kl. 14 til 17.
Aðrar tíðir ber til at avtala tíð at vitja savnið - á telefon 221940.
Vágar tann 23. februar 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald