Vit kunnu siga at Alex Bærentsen er fólkaogn í Føroyum. Øll hava hoyrt ella kenna onkran sang sum Alex hevur framført við síni serstøku djúpu rød.
Svein í Prestgarði við bólki har systur Alex, Rakel Skoubo Bærentsen er partur av bólkinum, fara at framføra løg og sang skattar sum Alex hevur lagt eftir seg á síni tónleika leið megan hann var saman við okkum her á foldum. Stílurin verður tann góði vælljóðandi country tónleikurin sum Svein og Alex hava til felags. Løg sum vit øll kenna við góðum føroyskum andaligum tekstum vera framførd. Alex og Svein hava eisini tað til felags at báðir vilja peika á Harran Jesus við sínum tónleiki.
Dyrnar opna kl 1900 hrs tað er møgulig at fáa kaffi, tea og okkurt afturvið. Sjálv konsertin byrjar kl 2000..
Atgongu merki á 150 kr stk kunnu keypast a www.praisehim.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald