Mentan

Kommunuráðstevna í Løkshøll í Runavík 26. apríl 2022

Týsdagin 26. apríl 2022 verður kommunuráðstevna í Løkshøll í Runavík, har føroyskir og norðurlendskir granskarar seta sjóneykuna á kommunur í føroyskum og í norðurlendskum høpi.

2022-04-01 12:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Á ráðstevnuni verða m.a. varpað ljós á kommunufyrisiting í Føroyum, á føroyskan kommunupolitikk í søguligum høpi, og á leiklutin hjá kommunum í lokalari menning. Ráðstevnan viðger eisini royndirnar frá kommunusamanleggingum í Danmark og Norra, eitt evnið, sum eisini fær ávísa umrøðu í Føroyum. Framløga verður eisini um norðurlendska granskingarverkætlan, sum Fróðskaparsetri eisini er partur av, Polygov, um kommunala leiklutinum í handfaringini av Covid19-pandemiini. Harumframt verður eisini varpa ljós á kommunur í sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum.

Ráðstevnan er skipað í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Kommunufelagið, Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Runavíkar kommunu og norðurlendska granskingarnetverkið Nordiska kommunforskningsföreningen.

Luttøka og tilmelding

Ráðstevnan er fyri øllum við áhuga í kommunalum viðurskiftum – og tað krevst tilmelding fyri at luttaka á ráðstevnuni.

Tilmelding fer fram hjá Dennis Holm umvegis teldupost til [email protected].

Freistin at melda til er tórsdagin 21. apríl kl. 16.00


Skráin fyri ráðstevnuna

 

Skráin fyri fyrrapartin: Innleiðsla um kommunufyrisiting og kommunala leiklutin í Føroyum

Kl. 9.30 Dyrnar lata upp og bjóðað verður kaffi & te.

Kl. 10.00 Vælkomin - Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í kommunumálum setur ráðstevnuna.

Kl. 10.10 Kommunala skipanin í Føroyum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelag Føroya.

Kl. 10.40 Føroyskur kommunupolitikkur í søguligum sjónarhorni, Beinta í Jákupsstovu, adj. professari, Fróðskaparsetur Føroya.

Kl. 11.20 Kommunali leikluturin í lokalari menning, Dennis Holm, námslektari, Fróðskaparsetur Føroya.

Kl. 12.00-13.00 Døgurðasteðgur við fiskasúpan og kaffi & te omaná


Skráin fyri seinnapartin: Aktuell norðurlendsk kommunu-gransking

Kl. 13.00 Hvilke effekter har der været af kommunalreformen i Danmark? Kurt Houlberg, professari, VIVE.

Kl. 13.30 Erfaringer fra den norske kommunereform. Jan Erling Klausen, førsteamanuensis, Universitetet i Oslo.

Kl. 14.00 Pandemihåndteringen i Norden. Are Vegard Haug, forsker II, Oslo MET.

Kl. 14.30 Kommuner på självstyrande områden. Siv Sandberg, universitetslärare, Åbo Akademi.

Kl. 15.00 Takk fyri hesu ferð - Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, endar ráðstevnuna.


Meiri fæst at vita um ráðstevnuna við at venda sær til Dennis Holm (tlf. 222928, [email protected]) ella Eyðun Christiansen (tlf. 282480, [email protected])


Vegna fyrireikararnir

Dennis Holm, Eyðun Christiansen og Beina í Jákupsstovu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder