Mentan

Klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson hevur fyrilestur á Eiði

Fyrilesturin verður hóskvøldið 1. desembur klokkan 18.00

2022-11-23 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson, millum annað kendur frá tónleikabólkinum Dynamitt, og maðurin handan hugskotið til Heystfagnaðin, hevur fyrilestur í Kolshøll, hóskvøldið 1. desember klokkan 18:00.  Fyrilesturin hevur heitið ”Virðiligt samskifti, hóast ymisleika”. Stutt um fyrilesturin:

Ein jaligur og til tíðir stuttligur fyrilestur, um samskifti millum pør, foreldur og børn og millum starvsfelagar.
Fyrilesturin kemur inn á hvussu umráðandi tað er at hava virðiligt samskifti, hóast vit eru sera ymisk.

Um týdningin at duga at lurta og spyrja inn til tankar og kenslur hjá hvørjum øðrum. Tað er jú við samskiftinum, at vit vísa øðrum áhuga – og tað er við at lurta og spyrja, at vit betri kunnu skilja og virða tey vit samskifta við.

Avbjóðingarnar í dag við at samskifta eru rættiliga nógvar: Vit eru troytt, móð og strongd – og hava tí sjáldan yvirskot at spyrja og lurta. Vit hava eisini nokk í okkum sjálvi – og hvørki vilja ella seta orku av til samskifti – umframt hetta, so eru vit eisini rættiliga ymisk.

Ein jaligur og til tíðir stuttligur fyrilestur – sum tann vaksna familjan hevur gott av at hoyra. Fyrilesturin er ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder