Mentan

Kendi leikstjórin Per Fly og sjónleikarin Charlotte Fich koma til Føroyar

Aftan á trý sera væleydnað skeið síðani ársskiftið skipar Filmshúsið fyri uppaftur einum skeiði og hesaferð fyri filmsfólk og leikarar.

2022-03-21 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað eru Per Fly og Charlotte Fich, ið fara at greiða frá um samstarvið, ið er millum leikara og leikstjóra í filmshøpi. Í tveir dagar verður undirvíst í arbeiðshættum í høvuðsheitum innan handrit, kanningararbeiði, samrøðu, casting og upplestri.

Per Fly er ivaleyst mest kendur fyri verkini ‘BÆNKEN, ARVEN, DRABET’. Harumframt hevur hann eisini leikstjórnað fleiri spælifilmar og sjónvarpsrøðir m.a. BAGSTABBING FOR BEGINNERS og seinastu partarnar av BORGEN.
Sjónleikarin Charlotte Fich er m.a. kend fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini REJSEHOLDET og BORGEN.
Nærri kunning um skeið o.a. finst inni á filmshusid.fo

Filmshúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder