Mentan

KARLAKÓR REYKJAVÍKUR OG TÓRSHAVNAR MANSKÓR - Íslendskar og føroyskar mansrøddir í Lívdini

Leygardagin 03. desember kl.17:00 var stóri salurin í samkomuhúsinum LÍVDIN í Hoyvík fullsettur. Tað var lýst við stórfingnari jólakonsert við tveimum manskórum

2022-12-07 10:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leygardagin 03. desember kl.17:00 var stóri salurin í samkomuhúsinum LÍVDIN í Hoyvík fullsettur. Tað var lýst við stórfingnari jólakonsert við tveimum manskórum: KARLAKÓR REYKJAVÍKUR OG TÓRSHAVNAR MANSKÓR. Atgongumerkið kostaði 200 krónur, og tú fekst fullan tónleikavaluta fyri pengarnar, tá tú fyrst var komin inn at sita. Konsertin byrjaði kl.17:00 og var 1 tíma og 20 minuttir.

Anfinn Brekkstein bjóðaði vegna býráðið, karlakór Reykjavíkur vælkomnum til Føroyar, og ynskti teimum góða eydnu við teimum trimum jólakonsertunum í Føroyum, samstundis sum hann gav úttrykk fyri, at vitjanin vil styrkja mentanarsamstarvið millum høvuðsstaðirnar báðar.

Millum 80 – 90 menn eru í Karlakórinum. Tað var ein hugtakandi sjón at síggja hesar væl kladdu menninar koma gangandi inn eftir gólvinum og taka støðu á pallinum. Kórið fylti ómetaliga vakurt á pallinum, har allir stóðu við Íslendska flagginum, ið var fest til hvítu skjúrtuna.

Øll fingu hvør sína skrá, tí lá væl fyri at fylgja við konsertgongdini. Tann fyrsta hálva tíman átti Karlakór Reykjavíkur, sum høvdu 9 framførslir, sum allar vóru sjálvsagt á Íslendskum. Íslendski kórleiðarin var Friðrik Sæmundur Kristiansson og orgulleikari var Lenka Mátéová, sum var einasta kvinna í Íslendska manshópinum.

Tá hálvur tími var runnin, var vaktarskifti á pallinum, tá limirnir í Tórshavnar manskórið gingu upp á pallin, og tóku sín part av konsertini. Teir fyltu eins nógv á pallinum, umleið 80 – 90 røddir. Kórleiðari var Bjarni Restorff og orgul- og klaverleikari var Ari Hammer Joensen.

Tað kann ikki sleppast undan, at man situr og metur kórini upp ímóti hvørjum øðrum. Einki er at ivast í, at bæði kórini standa fyri tónleikagóðsku á høgum stigi, og at áhoyrararnir fingu tað teir vóru komnir eftir. Hóast Íslendingar hava eina drúgvari manskóramentan enn føroyingar, so kunnu vit kortini sanna, at Tórshavnar Manskór stóð ikki aftanfyri Karlakór Reykjavíkur.

Tá føroyska kórið var liðugt við sín part, tá komu Íslendingarnir aftur upp á pallin og blandaðu seg millum føroyingarnar. Tað var ein vøkur sjón at síggja umleið 175 mans standa undir fullum ljósi á pallinum, og ikki minni vakurt at síggja og hoyra kórini í felag framføra Føgur er foldin – Gleðilig jól og Takkarbæn við fullari styrki. Tað var sum at sita við Gullfoss og hoyra stóra fossin fara av tromini niður í dýpið, ella, sum tað stendur skrivað í Opinberingini, at tað var eins og hart ljóð av stórum skara og mangra vatna.

Sunnudagin framførdu kórini í Vesturkirkjuni og í Fríðrikskirkjuni. Tónleikaskráin var tann sama á øllum trimum støðunum.

Borgarar í Havn, í Hoyvík, á Skálafjørðinum og aðrir borgarar takka stigtakarunum fyri eina frálíka Adventuppliving!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder