Mentan

Kalsoy, norðlýsi og William Morris á nýggjum frímerkjum frá Posta

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út í dag, 28. februar 2022

2022-02-28 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru heimsfilmur á Kalsoynni, norðlýsi og William Morris.

 

Heimsfilmur á Kalsoynni

Í september 2021 kom nýggi James Bond filmurin ”No Time to Die” út. Tað sermerkta fyri okkum føroyingar er, at hetta er fyrsti James Bond filmur, sum hevur upptøkur úr Føroyum. Tí hava vit valt at geva út frímerki av Kalsoynni.

Filmsupptøkurnar vórðu gjørdar í 2019, tá filmað varð í fimm dagar á Trøllanesi og í stórsligna umhvørvinum við vitan á Kallinum. Hesi vitjunarverdu støð norðanvert á Kalsoynni eru kend fyri bæði vakurleika og stórbæri.
Myndirnar hevur Jákup Brúsá tikið.

 

Norðlýsi

Norðlýsið kveikist, tá orkan í sólvindinum mennist í styrki, serliga tá ógvuslig gos, sokallaði ”flares” koma fyri á sólini, og tá bitlarnir í sólvindinum raka magnetøkið hjá jørðini. Langar rásir av marglittum ljósi dansa og snúgva seg undir hválvinum – litirnir skifta frá gulgrønum yvir í grønt, blátt og reytt. Í stjørnuklára kvøldinum er tað, sum ein kennir tær neista og glampa.
Thomas Vikre og Árni Øregaard hava tikið myndirnar.


William Morris í Føroyum í 1871

Kendi bretski listahandverkarin, William Morris (1834-1896), vitjaði í Føroyum ávegis til Íslands í 1871, og skrivaði hann eina ferðafrásøgn um hetta. Á ferðini fekk hann hugskotið til gráa vevnaðin við heitinum ”Pure Torshavn Weave Fabric”. Ein klassiskur og modernaður vevnaður, sum verður framleiddur enn tann dagin í dag.

Kim Simonsen hevur sniðgivið.


Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder