Orð/mynd: Snorri Brend/folkakirkjan.fo
KIRKJUTÆNARAR: - Hetta hevur verið ein sera spennandi uppgáva, og eisini strævin til tíðir. Men nú nærkast av álvara degnum, tá bókin kemur út.
- Eg satsi uppá, at hon skal koma út í ár, slær Justinus fast.
Seinastu 6-7 árini hevur Justinus ferðast oyggj úr oyggj at hitta allar hesar ymisku kirkjutænararnar. Og tað hevur verið eitt satt fornoyilsi.
- At savna slíkt tilfar er eitt rættiliga serstakt arbeiði, sum hevur kravt nógv av mær. Men tað er samstundis eisini hetta, sum hevur gjørt arbeiði bæði stuttligt og áhugavert, leggur hann aftrat.
Felags fyri allar kirkjutænararnar er, at teir enn eru í tænastu ella hava verið í eini slíkari tænastu sum deknur, klokkari ella organistur. Í 99 prosentum av førunum hevur hann skrivað um teir, sum hava verið á lív hesa tíðina, ið hann hevur tilfarið er savnað inn.
- Eg havi ikki júst talið á teimum. Men hetta talið verður hinvegin tað, sum fer at vera sjálvt heiti á bókini – til dømis ”9xx kirkjutænarar í Føroyum”, sigur Justinus Eidesgaard, sum dugir hetta at spæla við orðum, tølum og heitum.
Í 2006 gav hann nevniliga út bókina ”900 dagar í Singapore”, har hann sigur frá gerandisdegnum hjá sær og konuni í fjarskotna Singapore árini 1996-1999.
Myndin er tikin, tá Justinus vitjaði í Viðareiðis kirkju í januar 2018, og hevði samrøðu við kirkjutænarnar har.
EINGIN FRYMIL
Millum ár og dag eru givnar nógvar bøkur út, har ein savnar saman upplýsingar um starvsfólk og onnur, sum hava við eina ávísa útbúgving, vinnugrein, arbeiðspláss og líknandi at gera.
Nevnast kann til dømis tær báðar útgávurnar um allar teir mongu føroysku lærararnar, har ein kann lesa um teir, og læra teir betur at kenna, saman við eini mynd av teimum. Frymilin til ta bókina er rættiliga fastur.
Men tá talan er um bókina hjá Justinus um føroyskar kirkjutænarar, er hon rættiliga nógv øðrvísi. Justinus hevur beinleiðis sagt, at tann einasti frymilin í bókini er, at hann ongan frymil hevur at skriva eftir.
- Hon skal ikki á nakran hátt vera ”forútsigilig”, sum hann tekur til. - Hetta er og verður ein serstøk bók, slær hann fast.
Hann hevur í arbeiði sínum við bókini vitjað runt í øllum teimum føroysku kirkjunum, eins og hann hevur vitjað føroyskt kirkjulív í Danmark, hesi árini sum arbeitt hevur verið við bókini.
- Allar samrøðurnar eru gjørdar undir fýra eygum, so tær eru rættiliga persónligar, vísir Justinus Eidesgaard á.
GUD ER KREATIVUR
Arbeiðið við hesi rættiliga serstøku bókini tók Justinus Eidesgaard á seg í 2015. Og tað hevur so sanniliga eisini kravt sín mann.
- Tað er líkasum fyrst, tá ein fer í holt við hetta, at ein veruliga sær, hvussu nógv tey eru, sum hvønn sunnudag gera ein gerning í føroysku kirkjuni. Ja, um tú trýrt tí ella ikki, so eru tey langt omanfyri 900 í tali.
- Hvør einasti teirra hevur sína søgu at fortelja, og tað er hana, sum eg ætli mær at fólk skulu kunna lesa í bókini, greiðir Justinus frá.
Tað hevur verið sera gevandi og áhugavert at savna alt hetta rúgvusmikla tilfarið saman um hesar mongu, ymisku og trúføstu tænararnar í fólkakirkjuni. Og, sum hann tekur til:
- Allar hesar hundraðtals samrøðurnar hava í øllum førum lært meg eitt: Gud er ótrúliga kreativur.
- At hugsa sær til, at hvør einstakur av okkum, og hvør einstakur kirkjutænari er eitt eindømi. Tað er barasta so ótrúligt. Og tað er júst hetta, sum eg royni at fáa fram í samrøðunum.
DJÚP VIRÐING FYRI KIRKJUNI
Nú verða allar samrøðurnar so savnaðar í einari bók. Frammanundan hevur borið til at lesa um allar kirkjutænararnar á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni, so hvørt sum Justinus var liðugur at skriva samrøðuna.
Millum reglurnar í hesum samrøðum ber væl til at lesa, at til hvørja einastu tænastu eru tað menn og kvinnur sum offra seg fyri kirkjuna, sum tey eisini eru sera góð við.
Tað verður eisini mangan tikið til, at uttan øll hesi leikfólkini hevði borið illa til at havt tað virksemið sum í dag er í føroysku kirkjuni.
- Við hesum greinunum ynski eg at varpa ljós á eina tænastu, sum í stóran mun verður gjørd ólønt. Eg kann av sonnum siga, at eg merki væl, at hesir menn og hesar kvinnur hava djúpa virðing fyri kirkjuni og tí, sum hon stendur fyri.
- Ja, tað er ikki frítt, at tey í stóran mun meta tað sum eitt kall at standa í hesi tænastuni, vísir Jústinus Eidesgaard á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald