Vinna

Jupiter er komin inn - sleppa framat mánadagin at landa

Jupiter er komin á Kollafjørð.

2022-04-22 15:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti fyri tíðina, men tað er long bíðitíð at sleppa framat at landa.

Jupiter, sum hevur verið til fiskiskap eftir svartkjafti, kom seinnapartin á Kollafjørð har teir hava lagt seg at bíða til teir sleppa framat at landa.

Jupiter hevur henda túrin fiskað 2000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder