Ítróttur

Julian: Tað kemur at liggja nógv á Eliasi í álopinum

Í morgun hevði hjálparvenjarin Julian Johansen eitt so kallað “media call” fyri okkum á jn.fo og portal.fo.

2024-01-11 09:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EM-hópurin hjá Føroyum telur 19 mans, men bert 16 sleppa við til dyst. Tað er tó ikki greitt hvørjir tríggir ikki verða partur av dystarhópinum í dag. Julian segði at tað verður ikki greitt fyrrenn seinnapartin.

Til spurningin um hvør byrjar inni, so sigur hann, at tað kemur at líkjast stammuni teir hava brúkt, men Elias Ellefsen á Skipagøtu verður tikin út í verjuspælinum ella fluttur út á vongin at verja. Tað kemur at liggja nógv á partinum hjá Eliasi í álopspartinum.

- Vit fara at hava nógv fokus á verjupartin, vit skulu klára okkum yvir evnir. Vit skulu “geva” nakrar kjansir burtur, sum vit kunnu liva við. Tað kann m.a. gerast við, at fáa teirra bakkar at skjóta frá plássum á vøllinum, sum teir eru veikir í. Eisini kunnu vit geva nakrar kjansir burtur frá plássum, sum okkara málmenn eru góðir í. Vit ætla at dekka 6-0 at byrja við, og fáa so at síggja um vit broyta tað til 5-1 seinni í dystinum.

Vit hava eitt álopsspæl, sum er á altjóðastøði. Í álopinum fara vit bæði at royna 6 ímóti 6 og 7 ímóti 6, men vit byrja við 6 ímóti 6.

Vit skulu taka tempoði úr dystinum, og tað verður gjørt við at spæla 7 ímóti 6.

Í EM-bólkinum eru okkara møguleikar ímóti Póllandi og Slovenia. Vit meta at Pólland riggar betri til okkum, men tað er torført at spáa um.

Spurdur um teir hava brúkt nógva tíð at fyrireika spælarnar, til at hetta ikki er ein vanligur dystur, sigur Julian, at leikarnir eru fokuseraðir, og eru teir í einari so kallaði EM-boblu.

At enda sigur Julian, at vit kunnu ikki forlanga nakað av teimum nógvu áskoðarunum, men hetta verður heilt sikkurt ein uppliving fyri teir 4-5.000 áskoðarnar, sum koma at heppa okkkum. Leikararnir fara at njóta at spæla. Tó kunnu áskoðarnir leggja press á dómarnar, og áskoðararnir kunnu flyta okkum nøkur prosent.

Føroyar spæla sín fyrsta EM-dyst nakrantíð í einum endaspælið tá ið teir møta Slovenina klokkan 18 lokala tíð í kvøld, sum er klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini:

Jens: - Teir eru klárir til uppgávuna

Helgi: Vit eru spentir

Myndir: Venjing í Mercedes-Benz Arena

Ísak: Vit kunnu bjóða Slovenia av

Tíðindafundur

Hava selt 2500 landsliðsblusur

Myndir: Góður stemningur á flogvøllinum í morgun

Stórur dagur í Berlin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder