Klokkan 10 (klokkan 9 føroyska tíð) høvdu landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen hjá Føroyum bjóða inn til tíðindafund. Sí tíðindafundin her.
Nú klokkan 13 komu føroysku spælarnir í Mercedes-Benz Arena í Berlin, sum kann taka 17.000 fólk, men til EM-kappingina tekur hon um 15.000.
Tað verða umleið 4.000 føroyingar til dystirnar. Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Slovenia í morgin klokkan 17 føroyska tíð og klokkan 18 lokala tíð.
Hetta er einasta venjingin føroyska liðið hevur í stóru høllini, og kundu vit fáa fyrsta korteri við av venjingini.
Sí eisini:
Jens: - Teir eru klárir til uppgávuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald