Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, jólamonnum og hugna. Leygardagin 26. november fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Sandavági kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Vatnsoyrum.
Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, prestur sigur nøkur orð, og Sørvágs Tónleikarafelag kemur at spæla nøkur jólaløg. Nakrir sangir verða lagdir á heimasíðuna hjá kommununi, so nakrir av sangunum verða sungnir sum felagssangur.
Til tendringina í Sandavági og Miðvági verður eitt barnakór eisini sum fara at syngja nakrar sangir.
Aftaná hvørt jólatræ er tendrað, koma jólamenn og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald