Mentan

JÓL Í BØ

Aftur í ár gera bíggjar fólk nógv burturúr - JÓL Í BØ

2022-12-03 08:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vit gleða okkum
Lati tykkum væl í og komi ein túr til Bíggjar 
Endamálið við tiltakinum “Jól í Bø” er ikki at savna pengar inn, men at geva øllum familjum ein møguleika til ein hugnaligan dag við tónleiki, sjónleiki, ítrivum, upplivingum og mati, svang skullu tit ikki vera  – og ALT hetta er ókeypis. tó so verður ein lítil søla av heimagjørdum.
Støð sum vit fara at framføra og hava verkstøðini í eru.
Kl 09.30 Dippa á opnum havið
Kl 13.00 tendra vit undir vaflurnar sum vera í skúlanum og bátasmiðjuni niðri a sand
Kl 14.00 syngur Barnakórið í Sørvági í kirkjuni
Kl 15.00 Kemur BUBU á Sandin
Kl 16.00 Jólaleikur í bátasmiðjuni
Kl 17.00 Garpanir í einum neysti niðri á sand
Kl 18.00 Bárður á Lakjuni í Bátasmiðjuni
Kl 19.00 Jólakonsert við Tórfríð í kirkjuni
Baka piparnøtir verður inni hjá Rannvu og Eystein
Gera jóladekratión í drívhúsinum hjá Daffi
Klippa einglakort í kjallarunum hjá Mohrinum  og har verður eisini jólasøla av heimagjørdum
Fyri at vit skullu hava nokk av energi til dagin fara vit at dippa kl 9.30 og tá eru øll dippiáhuga vælkomin, heitar vaflur omaná 
Her eru nakrar myndir av fyrireikan teir siðstu daganir, nu verður hond lagt á tað síðsta.
Øll eru vælkomin - vit høvdu verið glað um tit deila hetta uppslagi fyri okkum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder