Mentan

Johild: - Tað er ein góður vani at fara í kirkju sunnudag

- Mær dámar væl at koma til gudstænastu her í heimbygdini, sigur Johild Túgvustein úr Æðuvík.

2022-03-10 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Orð & mynd: Snorri Brend/www.folkakirkjan.fo.

ÆÐUVÍK 4/5: Tað er eingin klokka sum kallar inn til gudstænastuna í dag. Men fyri Johild hevur tað ikki so nógv at siga: Hon fer, eins og hon hevur verið von, frá húsum í góðari tíð, áðrenn gudstænastan byrjar.

Soleiðis var eisini henda sunnudagin 6. februar, tá hon og 24 aðrir æðuvíkingar vóru til gudstænastu, saman við sóknarprestinum.

55 ára gamla Johild er ein av trúgvu kirkjugangarunum í bygdini, - og sum hon sigur:

- Tað er bæði einfalt og best, um tað at fara til gudstænastu er ein partur av tí, sum tú annars gert ein sunnudag.

- Ja, tað er líkasum ein góður vani at fara til gudstænastu. Men vegna korona hevur verið alt ov langt síðani, at vit seinast kundu hava tað her, sigur Johild Túgvustein, sum leggur aftrat:

- Tað er so skjótt at man kann koma burtur frá hesum. Tí má ein halda tað við líka at fara í kirkju sunnudagar.

IKKI FREMMANT
Vit hitta Johild til eitt prát, eftir at gudstænastan henda sunnudagin er liðug.

Her hevur enn einaferð verið ein gudstænasta við sóknarprestinum Ova Brim, sum bæði hevur prædikað og spælt undir til sálmasangin.

Henda dagin vóru vit 25 fólk í kirkju. Eins og gjørt hevur verið við undanfarnum samrøðum úr Æðuvík, fær Johild sama spurning, sum bæði kirkjufólkið Katrina og deknurin Aslaug hava fingið: Hvat dámar tær at koma til gudstænastu her í heimbygdini?

Heldur ikki hjá Johild er nakar ivi um svarið:

- Jú, tað dámar mær sera væl, staðfestir hon.

Í SUNNUDAGSSKÚLA
Tey í Æðuvík eru heppin í so máta, at gudstænasta við presti er 3. ella 4. hvønn sunnudag. Er gudstænasta ikki her, fer Johild onkutíð í kirkju í Fríðrikskirkjuni.

- Vit hoyra líkasum saman við teimum á Toftum, so tað er ikki fremmant fyri mær at fara hagar.

Fyri hana og bygdarfólkið er tað tó sera gott, at ein sleppur undan at fara av bygdini, um ein ætlar sær í kirkju.

Her var eitt missiónshús bygt fyri skjótt 40 árum síðani, og hevur hetta verið karmur um ymisk sløg av tiltøkum hesi árini.

Í missiónshúsinum var barnagarður í kjallaranum, og tað er eisini her, at boðið verður inn til ábit og drekkamunn aftaná serstakar gudstænastur. Lærusveinaskúlin Podas, sum er á nógvum støðum kring oyggjarnar, hevur somuleiðis verið her í bygdini.

- Og ja, eg havi faktist eisini gingið í sunnudagsskúla í niðaru hæddini í missiónshúsinum. Tað var ein góð tíð!

AVMARKINGAR VIÐ KORONA
Fyri Johild – og helst øll onnur kirkjufólk kring oyggjarnar – hevur korona-tíðin verið ein stór avbjóðing og hevur haraftrat avmarkað møguleikarnar at sleppa í kirkju.

- Ja, nú hevur korona verið í heldur langa tíð, tá vit ikki eru sloppin til gudstænstu. Seinasta gudstænastan var í roynd og veru 2. jóladag í fjør.

- Men her í Føroyum hava vit so havt tann stóra fyrimunin, at gudstænastur hava verið sendar beinleiðis í sjónvarpinum. Tað hevur verið sera gott, sigur Johild Túgvustein.

Og hon leggur aftrat:

- Mær dámar nú best at fara til gudstænastu her í Æðuvík. Hetta er mítt stað!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder