Mentan

Johan Samuelsen in Memoriam

Týsdagin 7. februar bórust boðini um, at Johan Samuelsen, fyrrverandi nevndarlimur í ÍSB, Parasport Føroyar, var farin um sýn 76 ára gamal.

2023-02-12 20:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Johan Samuelsen kom uppí nevndina í ÍSB í 1983, bert 3 ár eftir at felagsskapurin varð stovnaður, og sat heilt fram til aðalfundin í 2018, tá hann ikki tók við afturvali. Hann var tí við til at menna og mynda felagsskapin í 35 ár, har drívmegin áhaldandi var at geva ítróttarfólki í Føroyum, ið bera brek, umstøður og møguleikar at íðka ítrótt til gaman og álvara.

Við síni bakgrund sum lærari og fullført ítróttarfólk, og síni uppliving við at missa likamliga førleikan í bestu árum, kendi Johan veruliga tørvin á og týdningin av einum ítróttasambandi fyri tey, ið bera brek. Og hann myndaði felagsskapin bæði sum virkin íðkari, serliga innan svimjing, har hann kappaðist í altjóða høpi, m.a. á Paralympisku leikunum í Seoul í 1988, og sum nevndarlimur í eitt drúgt áramál. Tey árini, Johan Samuelsen var í nevndini hjá ÍSB, var hann við til at finna og menna møguleikar hjá fólki, ið bera brek, at venja og kappast í ítrótti her heima og úti í heimi.

Fyri sítt munadygga arbeiði varð hann eisini heiðraður við Gullmerki ÍSF í 1998, og gjørdist heiðurslimur í ÍSB (Parasport Føroyar) í 2018.

Parasport Føroyar takkar Johan Samuelsen fyri varðarnar, hann var við til at laga á leiðini hjá føroyskum ítrótti fyri teimum ið bera brek. Teir koma at vísa vegin eisini í ókomnum døgum.

Parasport Føroyar lýsir frið yvir minnið um Jóhan Samuelsen. Takk fyri alt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder