Mentan

Jazzurin skapar nærveru

-

2022-01-25 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

“Kanska vit einaferð fara at gloyma, hvat tað vil siga at sita kvirrur og gloyma seg burtur, meðan ein eyðgleiðir skýflókar á himmalinum, men so kann tónleikur, friðaligur tónleikur, verða inngongdin til ein heim, har tað er gjørligt at endurnýggja sambandi til hesa kenslu av nærveru. Plátan, ið tá er frá, kundi gott hugsast at verið OMHU hjá Simon Toldam Trio.”


Hesi orðini skrivaði ein ummælari um Simon Toldam Trio, ið spælir konsert í Norðurlandahúsinum 26. januar, kl. 19.30, í samband við Vetrarjazz 2022. Tríbólkurin dugir serstakliga væl at fáa áhoyrararnar at lena seg afturá og hvíla í tónleikinum. Tónleikurin kennist meditativur. Simon Toldam Trio bjóða áhoyrarunum eitt frírúm frá dagliga meldrinum.  


Telepatiska samspælið ímillum Nils Davidsen á bassi, Knut Finsrud á trummum og Simon Toldam á klaveri gjørdist beinanvegin ein innbygdur partur av teirra tónleiki. Stutt eftir at teir byrjaðu at spæla saman fyri uml. 10 árum síðani, gjørdust teir ein av mest viðurkendu og fjøltáttaðu bólkunum í Danmark. Hvørt teir sigla beint ella reka, halda gang ella tøgn, so gevur samfatanin hjá hesum trimum tónleikarunum teimum eini óvanlig evni at spæla sum ein vera.


Til konsertina i Norðurlandahúsinum spæla teir millum annað verk frá plátuni OMHU, ið er fjórða útgávan frá Simon Toldam Trio. Her framførir bólkurin eina røð av ljóðgranskingum, ið mala í klingur um tíð, rúm og seinføri. Útgávan vann virðislønina fyri ársins album á Danish Music Awards Jazz 2019.


Simon Toldam er ein av mest forvitnisligu tónleikarunum í Skandinavia og hevur latið 14 útgávur úr hondum sum kapellmeistari. Hann hevur vunnið Danish Music Awards fýra ferðir og er limur í danska jazz og samtíðartónleikaplátufelagnum ILK Music.


Atgongumerki til konsertina 26. januar, kl. 19.30, eru til keyps á nlh.fo.


Lurta eftir einum tónleikabrellbita her:

https://vimeo.com/315346438

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder