Vinna

Janus Gunnarsson heiðraður við kongaligari medalju á 50 ára starvsdegnum

Janus Gunnarsson, sum hevur starvast hjá Poul Hansen í 50 ár, var í gar heiðraður við “Den Kongelige Belønningsmedalje”..

2026-07-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Janus byrjaði á goymsluni í niðurløgdu eysturoyardeildini hjá Poul Hansen á Glyvrum í 1976. Seinni fór hann í læru hjá Krás sum slaktari. Eftir lokna læru gjørdist hann partur av sølutoyminum hjá Poul Hansen – og hevur verið tað líka síðani.

Á 50 ára starvsdegnum varð Janus heiðraður á eini serligari hátíðarløtu saman við starvsfeløgunum og sínum nærmastu.

Starvsfelagin hjá Janusi, Finnbogi Danielsen, sum kann hátíðarhalda 55 ára starvsdag hjá Poul Hansen í august, helt eina røðu. Tað sama gjørdi Tony Rasmussen, stjóri hjá Poul Hansen.

Poul Hansen fegnast um at kunna heiðra Janus Gunnarsson fyri drúgva og trúgva tænastu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder