iTsLarceny er ein týsk/føroysk jazzkvintett ið leggur dent á sterkar melodiir við forkunnugari harmoni. Hugskot framleiða eina samantvinning av nýggjum og gomlum. Íblásturin til tað nýggja upprennur frá farnum upplivingum. Soleiðis er tað eisini við tónleikinum: Hann dregur altíð frá nútíðini, frá tí, ið longu er til, og slóðar nýggjar leiðir. Pablo Picasso segði “góð listarfólk eftirgera, stór listarfólk stjala!”.
Trummusláarin David Giesel grunar um hesi hugtøkini á erligan hátt við sínum kompositiónum. Hann himprast ikki við at samla ljóð úr náttúrðuni, úr býarmyndini, ella frá áður skrivaðum tónleiki, og brúka tey í løgum sínum. Tvørturímóti søkir hann at hesum grundleggjandi hugtakinum, sum Picasso sipaði til.
Úrslitið av hesum kreativa arbeiðinum, er nýggja kvintettin við nútimans lagsmíði, ið er myndað av einføldum løgum, stuðlað av framsøkjandi harmoni, og av einum stundum abstraktum, stundum nágreiniligum, rútmiskum akkeri. Tá manningin improviserar, vera melodiirnir frambornir, samstundis sum teirra persónligheitir skína ígjøgnum.
Við einum gjøgnumskygdum orkesturljóðið, vilja teir gera áhoyraran varugan við tónlistaliga máttin, vakurleikan og atkomuligleikan í modernaðum jazzi.
Manning:
David Giesel - trummur
Jan Mikio Kappes - bass
Julian Drach - alto saxofon
Moritz Langmaier - klaver
Pauli Poulsen - gittar
Katrin á Borg
Soul/popp sangarindan útgav fløguna “Uncover the Truth” í oktober 2020. Hon fer hetta kvøldið saman við Holgari Johannesen at framføra løg síni í einum heldur øðrvísi, akustiskum hami.
Katrin á Borg
Soul/popp sangarindan útgav fløguna “Uncover the Truth” í oktober 2020. Hon fer hetta kvøldið saman við Holgari Johannesen at framføra løg síni í einum heldur øðrvísi, akustiskum hami.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald