2022-05-12 23:08
Sørvágs kommuna:
Í gjár var seinasti dagurin á forsetavitjanini, og tá var Sørvágs kommuna vertur fyri eini útferð í Mykinesi.
Fyrrapartin mikudagin fór fylgi við tyrluni til Mykinesar. Ætlanin var at lenda uppi á Knúki, har minnsplátan er fyri flogvanlukkuna í 1970, og so at ganga oman í bygdina.
Veðrið var ikki til vildar, so lent var á tyrlupallinum ístaðin, og síðani varð farið til gongu í bygdini, við Odu Wilhelmsdóttir sum ferðaleiðara. Millum annað varð vitjað við minnisvarðan fyri sjólatnar og omandotnar mykinesmenn, ið varð reistur í 1939.
Aftaná var borðreitt í Mykinesstovu til miðmála. Mykinesstova er gamla málarastovan hjá Samuel Joensen-Mikines, og forsetin fekk eina gávu handaða, sum var ein bók um víðagitna málaran úr Mykinesi. Borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, og varaborgarstjórin, Elsebeth Davidsen vóru við á túrinum, umboðandi Sørvágs kommunu.
Seinnapartin mikudagin var forsetavitjanin av, og Guðni Th. Jóhannesson fór við sínum fylgi aftur til Íslands við Atlantsflog.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald