Núpur landar á Kósini
Línubáturin Núpur landar í dag 55.000 pund á Kósini, teir hava roynt vestanfyri.
Oknin landar á Toftum
Garnaskipið Oknin landar 15.000 pund á Toftum, mest hava teir av svartkalva, teir hava roynt vestanfyri.
Steintór landar í Hvalba
Steintór landar í dag 60.000 pund í Hvalba.
Thor landar í Havn
Garnaskipið Thor landar til Barið í Havn, teir hava 20.000 pund, mest av svartkalva og toski.