Túgvusteinur landar í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar 19.000 pund til Barðið í Havn, alt er havtaska, teir hava roynt vestanfyri.
Thor landar svartkalva í Havn
Garnaskipið Thor landar 24.000 pund av svartkalva til Barðið í Havn, teir hava roynt eystanfyri.
Steintór landar á Tvøroyri
Steintór landar á Tvøroyri, teir hava 140.000 pund, mest av kongafiski og blálongu. Teir hava roynt vestur úr Mykinesi.
Olga Maria landar í Leirvík
Trolbáturin Olga Maria landar í Leirvík, teir hava 28.000 pund, mest hava teir av toski og hýsu, teir hava roynt norðanfyri.