LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu nú gjørt avtalur um íalt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri, tá ið íbúðirnar vera klárar at leiga út.
Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.
Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan.
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:
”Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Leiðslan hjá LÍV er sannførd um, at við hesi verkætlan, verða hesi málini nádd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald