Vinna

Ársfrágreiðing frá Landsbankanum 2023

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2023.

2024-04-23 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Landsbankin er á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Uppgávur landsbankans er íløgu- og lánsrøkt fyri landskassan og at eygleiða og greina fíggjargeiran. Landsbankin er eisini skrivstova fyri Váðaráðið, sum greinar systemiskar váðar í fíggjargeiranum. Harumframt er landsbankin skrivstova fyri búskaparráðið, og ger greiningar fyri ráðið. Landsbankin umsitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, har størsta uppgávan er íløgurøkt og at áseta útgjald á hvørjum ári.  

Samlaða inntøkujáttanin var í 2022 1,6 mió. kr. meðan samlaða útreiðslujáttanin var 10,1 mió. kr., tvs. ein netto játtan á 8,5 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 10,2 mió. kr. í 2023 samanborið við 9,2 mió. kr. í 2022. Av teimum 10,2 mió. kr. vóru 7,7 mió. kr. lønir (7,1 í 2022) og keyp av vørum og tænastum v.m. vóru 2,4 mió. kr. (2,2 mió. kr. í 2022). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp. Í 2023 skipaði Búskaparráðið fyri eini ráðstevnu, og eisini var serstøk hjálp keypt til fólkatalsframskrivingina, sum var neyðug til frágreiðingina um haldføri.

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 mió. kr., men inntøkan varð 1,8 mió. kr. Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum. Netto vóru útreiðslurnar tí 8,4 mió. kr., 100 tkr minni enn játtað.

Les ársfrásøgnina frá landsbankanum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder