Vinna

Bátafestivalurin á Toftum – leygardagin 4. mai 2024

.

2024-04-24 11:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Á ársins bátafestivali kemur væl kendi ”Dansk Melodi Grand Prix” finalisturin Janus Wiberg at undirhalda við góðum sangi.

Tað verður eisini høvi at hoyra eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Talan er um spennandi spildurnýggja lokala bólkin, við góðum ungum tónleikarum, ið koma fyri fyrstu ferð á pall. Talan er nevniliga um Muskulterarnir.

Muskulterarnir gleða seg at framføra á kajøkinum á Toftum.

Góðar og kendar tónleikarøddir eru heldur ikki at forsmáa, og tær koma vit eisini at hoyra á Bátafestivalinum!

Her er talan um Sámal Ravnsfjall, sum kemur at framføra sín fantastiska tónleik, og eftir hann kemur Jens Marni Hansen at undirhalda við síni góðu og serstøku rødd.

Eisini verður høvið at hoyra væl svingandi tónleikin hjá bólkinum SWAY, sum eru sera nógv frammi á tónleikapallinum. Tær koma at hugtaka okkum við teirra fantastisku røddum.

Síðst, men als ikki minst, kemur sjálvur Árni Andreasen, ið vann ÁRSINS ÚTVARPSHITT 2023, at syngja bæði nýggjar og góðar gamlar sangir.


Setið kross í kalendaran 4. mai og komið við á Bátafestivalin á Toftum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder