Vinna

Landsstýrismaðurin: Vit fylgja gongdini

Svartkjaftafiskiskapurin er góður í løtuni

2025-04-08 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku svartkjaftaskipini hava góðan fiskiskap, og tað hevur við sær, at tað hevur verið kø at landa hjá Havsbrún.

Svartkjaftafiskispurin byrjaði fyri lítlari viku síðani, og kom Fagraberg inn at landa sum fyrsta skipið leygardagin. 

Í løtuni landar Christian í Grótinum, Borgarin eigur landingartørn í kvøld. Í annaðkvøld eigur Gøtunes landingartørn, áðrenn Jupiter sleppir framat hóskvøldið.

Tað hevur við sær, at tey skipini, sum fingu fullalast í gjár hava sett kós uttanlanda at landa. Skipini hava loyvi at landa 15% av teirra egnu kvotu uttanlanda.

Katrin Jóhanna og Tróndur í Gøtu landa í Faskrúðsfjirði í Íslandi.

Ango landar í Måloy í Noreg. 

Arctic Voyager hevur sett kós ímóti Thybyrøn.

Vit vendu okkum tí til landsstýrismannin í gjár. Vit spurdi Jóhan Christiansen, landsstýrismann, um ætlanin var at loyva landing uttanlanda fyri svartkjaftaskipini.

Landsstýrismaðurin svaraði stutt - vit fylgja gongdini.

Hesa seinastu vikuna hava føroysku skipini fiskað 24.400 tons av svartkjafti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder