Vinna

Fýra skip skulu landa uttanlanda

Katrin Jóhanna, Tróndur í Gøtu, Ango og Arctic Voyager hava sett kós uttanlanda at landa

2025-04-07 21:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti, og tað sæst eisini aftur á køini, sum er hjá Havsbrún í Fuglafirði. 

Í løtuni landar Christian í Grótinum, Borgarin eigur landingartørn í annaðkvøld. Mikukvøldið eigur Gøtunes landingartørn, áðrenn Jupiter sleppir framat hóskvøldið.

Tað hevur við sær, at tey skipini, sum hava fingið fullalast í dag hava sett kós uttanlanda at landa. 

Katrin Jóhanna og Tróndur í Gøtu hava sett kós til Faskrúðsfjørð í Íslandi. Katrin Jóhanna hevur 1800 tons og Tróndur í Gøtu hevur 2500 tons.

Ango skal landa í Måloy í Noreg. Ango hevur 1600 tons.

Arctic Voyager hevur sett kós ímóti Thybyrøn við 2000 tonsum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder