2025-04-07 09:30

Føroysku skipini fáa nógvan svartkjaft sunnast í føroyskum sjógvi. Gøtunes kom í gjár á Runavík, har teir hava lagt seg at bíða eftir landingartørni. Gøtunes sleppir framat hjá Havsbrún mikukvøldið.
Gøtunes hevur henda túrin fiskað 3150 tons av svartkjafti.
Í løtuni landar Høgaberg til Havsbrún. Christian í Grótinum eigur landingartørn aftaná.
Borgarin sleppir framat áðrenn Gøtunes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald