2026-07-18 13:45
Klokkan 12:17 fekk løgreglan eina fráboðan um stóran eld í sethúsum í Sørvági. Fyri at fáa tamarhald á eldinum bleiv sløkkiliðið á flogvøllinum eisini boðsent.
Tað hevur við sær, at eingi flogfør sleppa at lenda á flogvøllinum í Vágum.
Í løtuni flúgva tvey flogfør í holding, eitt hjá Atlantic Airways og eitt hjá Icelandair. FarCargo er eisini áveg.
Hvussu leingi flogvøllurin verður stongdur vita vit í løtuni ikki.
Dagført kl: 1426: Atlantic Airways og Icelandair hava nú sett seg.
![]()
Mynd: Flightradar24.com
![]()
Mynd: Flightradar24.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald