Mentan

Í hesum døgum sýnir Edith Mørkøre fram í Ribarhúsi

Framsýning í Fuglafirði

2022-06-17 06:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Verkini eru ymisk og umfata:
- Skurðprent av staðsetingum í Føroyum. 
- Prent við íblástri úr Føroysku náttúruni.
- Monotypiir har arbeitt hevur verði við vøkstri og tilfari úr Føroysku náttúruni.

Talan er um eina søluframsýning har keyparirnir hava møguleika at fáa verkini við sær í hondina beinanvegin…

“Hvønn Hósdag er Lúkukaffi á skránni í Ribarhúsi og er hetta ein upplagdur møguleiki at vitja framsýningina og samstundis keypa sær leskuliga suppu ella ein góðan kaffimunn við heimabakstri afturvið.”

Framsýningin er opin til og við 29.juni:
Mána-, Týs-, Miku- og Fríggjadagar frá kl. 15.00 til 17.30.
Hósdagar frá 11.30 til 17.30. Leygardagar frá kl. 11.00 til 14.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder