2022-02-18 15:23
Heðin Mortensen skrivar:
Í gjár vórðu fleiri starvsfólkadagar hildnir á Havnarskrivstovuni. Borgarstjórin helt røðu og fegnaðist um, hvussu trúgv starvsfólk vit hava í kommununi.
- Tí vit trúgva uppá, at tað at hava trúføst starvsfólk hevur alstóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.
- Og eingin ivi er um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava starvsfólk, sum hava so drúgvar royndir, sum tit hava.
- Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
- Eg fari at byrja við at takka tykkum øllum somlum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og drúgvu tænastu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið síðan segði nøkur orð um hvønn einstakan teirra.
-
John Ove Hansen:
(hátíðarheldur 30 ára starvsdag)
John byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn longu í 1977. Og tað eru nógv meira enn 30 ár síðan.
Tá John bleiv settur í starv, var hann settur sum kranførari.
Tá var nógv kranarbeiði. Bátar landaðu nógv til Bacalao, og tað vóru ikki nógvir kranar í økinum.
Men aftan á 10 ár valdi John at fara í annað starv, og í 1993, tá tað eisini vóru ringar tíðir, valdi John at koma aftur til tað trygga og góða arbeiðsplássið.
Eitt skifti stóð John eisini fyri umsjónini við smábátunum.
Nógv tey seinastu árini hevur John millum annað staðið fyri umvælingum av ognunum hjá Tórshavnar havn, og hevur hann eitt framúr hegni at umvæla og finna upp á loysnir, serliga tá tað kemur til jarnsmíð.
-
Jógvan Páll Jensen:
(hátíðarheldur 30 ára starvsdag)
Jógvan Páll er klaksvíkingur, byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 1988. Og tað er eisini meira enn 30 ár síðan.
Høvuðsarbeiðið hjá Jógvan Páll var øll tey fyrstu árini at koyra kranan.
Jógvan Páll er eisini navigatørur, og hevur hann tí eisini tikið nógvar vaktir sum havnaumsjónarmaður.
Jógvan Páll er hegnismaður, sum tey siga hann hevur frá pápa sínum í Klaksvík.
Jógvan Páll hevur bæði í arbeiðstíðini og aftan á arbeiðstíð, brúkt nógva tíð upp á Westward Ho, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu.
Hann hevur eitt serligt hegni til seglføring og sigling við seglum.
Eisini hevur hann verið við í nógvum av teimum stóru umvælingunum, sum eru gjørdar seinastu árini, og hevur tann vegin stóra vitan um tær ymisku lutirnar umborð á sluppini.
-
Arnbjørn Christiansen:
(hátíðarheldur 20 ára starvssdag)
Arnbjørn Kristiansen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 2001.
Áðrenn Arnbjørn kom til Tórshavnar havn, virkaði hann sum kommunuskrivari í Kollafirði.
Tórshavnar- og Kollafjarðar kommunur blivu lagdar saman 31. 12. 2000, tá Arnbjørn kom í starv hjá Tórshavnar havn.
Onkur heldur, at tað var kanska tað mest positiva við samanleggingini, at Arnbjørn harvið kom at arbeiða hjá Tórshavnar havn.
Við Arnbjørn fingu tit ein dugnaligan, friðarligan, álítandi og fittan starvsfelaga. Arnbjørn dugir alt, og er so ótrúliga tolin og álitisvekjandi, at øll føla seg tryggan við honum.
Arnbjørn er farin nakað niður í tíð og arbeiðir nú 4 dagar um vikuna.
-
Sigga Nielsen:
(10 ára starvsdag)
Sigga byrjaði í starvi hjá Tórshavnar havn 5. august í 2002.
Sigga hevur øll árini arbeitt niðursetta tíð.
Høvuðsarbeiðið hjá Siggu er umsiting av vørugjøldum, sum hon hevur røkt við ábyrgd og dugnaskapi øll árini, umframt partar av bókhaldinum.
Tórshavnar havn er eitt mannfólkasamfelag, í høvuðsheitum mannað við navigatørum, sum oftani hava havt eitt leiðandi arbeiði, áðrenn teir komu á havnarskrivstovuna.
Tað hevur havt eina sera positiva ávirkan á arbeiðsplássið, at Sigga hevur hildið út at starvast millum øll hesi mannfólkini, soleiðis at tær ymisku uppgávurnar eisini kunnu vinklast frá einum kvinnuligum sjónarhorni.
-
Niels Kári Samuelsen:
(10 ára starvsdag)
Niels Kári varð settur í starv í 2004. Niels Kári byrjaði við at gera fyrifallandi uppgávur, og koyrdi nógv lastbilin. Vit kenna tó Niels Kára frá, at hann umsitur bátaplássini.
Hetta at usita bátaplássini er ikki ein løtt uppgáva, har eru alla tíðina nógv fólk á bíðilista, og nógvir bátar uttan pláss liggja og sløðast.
Niels Kári hevur eitt serligt hegni til at tosa við hesi fólkini, soleiðis at hann fær tey at skilja, at tað ber ikki til hjá Tórshavnar havn at lata einum borgara eitt pláss, tá man ikki hevur tað elstu umsóknina.
Hugurin er eisini at skipa fyri, serliga tá útbyggingar fara fram á smábátaøkinum.
-
Sigird Otthamar:
(10 ára starvsdag)
Sigird bleiv settur í starv í 2014. Á Havnarskrivstovuni kendu tit Sigird frammanundan, tí hann arbeiddi eitt skifti sum pakkhúsformaður.
Beint áðrenn Sigird kom í starv hjá Tórshavnar havn, sigldi hann sum skipari við útlendskum skipum.
Sigird er tekur ikki munnin ovfullan, hetta kanska eyðkennir fólk, sum sigla úti í nógv ár, har mann ofta er einsamallur føroyingur, og tí ikki hevur tørv á at tosa so nógv.
Vit nýta serliga gott av Sigirdsa drúgvu royndum sum skipari, tí hetta vísir seg aftur í hansara serliga hegni at loðsa- og leggja skip til bryggju.
Frítíðina brúkar Sigird serliga í Dali, har hann hugnar sær í friðinum.
-
So er tað Jónsvein.
Rituvíkingur, útbúgvin skipsførari og hevur arbeitt hjá Tórshavnar havn síðani 1985. Hann hevur verið havnameistari síðan 1993.
Jónsvein tók við starvinum sum havnameistari í ringastu krepputíð. Hann hevur fortalt, at hann heldur ikki, at starvið varð lýst leyst, hann fekk tað í boði og tók við starvinum.
Og mann má siga, at hann er komin væl frá hesari uppgávu.
Tórshavn er vaksin nógv hesa tíðina við Kollafirði, Nólsoy, Hesti og Koltri. Sum havnameistari hevur Jónsvein staðið fyri stórum útbyggingum í Tórshavnar havn:
Skansabryggjan og Molin í 90-unum, Eystara bryggja til nýggju Norrønu og Smyril, Kollafjørður og Oyrareingir í nullunum. Stóra havnabyggingin, sum nú er um at vera liðug, Sjóvinnuhúsið og nú bátahylin í Álakerði.
Jónsvein er eisini ein av drívmegini í Westward HO. Hann er reiðari og syrgir fyri at viðlíkahalda sluppuna og at hon er eitt prýði fyri býin. Vit vænta, at hann heldur fram við í arbeiðnum við Westward Ho, tað er gott pensionsistaarbeiði og sera gott sosialt arbeiði fyri menn.
Sum persónur er Jónsvein álítandi, ger sítt arbeiðið væl og er samvitskufullur. Tað sigst, at hann ansar sera væl eftir pengunum hjá Tórshavnar havn, tað kann eisini vera ein dygd. Onkur av starvsfólkunum hevur nevnt, at tá Jónsvein varð spurdur um játtan til t.d. ein arbeiðsbil, so var fyrsta svarið altíð NEI. Men hetta var ikki altíð tað endaliga svarið. Sjálvur hevur Jónsvein gingið ella brúkt súkklu tað mesta av tíðini.
Jónsvein fer at gevast sum havnameistari 1. apríl sum 65 ára gamal. Hann ætlar millum annað at brúka meira tíð saman við abbabørnunum í Spanina, har dótturin Lív býr. Jónsvein hevur eisini ein son og eitt abbabarn í Norra. Mær er fortalt, at øll abbabørnini hjá Jónsvein búgva uttanlands, so nú fær hann meira tíð at røkja uppgávuna sum abbi.
Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum øll somul og takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald