Mentan

Hvat goymir seg undir gólvinum í Stokkastovuni

Leygardagin 26/3 hevur tú møguleika at hyggja inn undir gólvið í Stokkastovuni saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavninum.

2022-03-23 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross.

Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum. Ymiskir lutir frá grevstrinum verða sýndir fram uttan fyri Stokkastovuna.

Hvørt korter greiða fornfrøðingar frá útgrevstrinum inn í Stokkastovuni. Avmarkað pláss er til hvørja rundvísing.

Starvsfólk frá Løgmansskrivstovuni bjóða ein kaffimunn.

Tiltakið er fyri øll og er ókeypis, men møguleiki er fyri at stuðla neyðstøddum í Ukraina við einari peningagávu.


Eru spurningar viðvíkjandi tiltakinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Ann Sølviu á tlf. 790592.

 

Stuðulstiltakið verður í Stokkastovuni úti í Tinganesi leygardagin 26/03/22 millum klokkan 11-13.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder