Tiltakið verður í Kirkjuhúsinum í Sørvági. Aftan á verður drekkamunnur.
Holokaust (holo’kå˙st) er gamalt orð, og merkir upprunaliga brennioffur. Í dag verður tað mest sett í samband við nazistisku jødatýningina áðrenn og undir øðrum heimsbardaga. Tilvísingin til brenniovnarnar er greið.
Men orðið kann saktans førast yvir á aðrar hendingar bæði áðrenn og eftir ræðuleikarnar undir krígnum. Fólkamorð kann orðið væl týðast til, hóast kanska ikki øll offur verða brend.
Men far ikki skeivur. Tað hendir enn, og fer saktans at halda fram. Tí er umráðandi, at júst slík tiltøk varpa ljós á ræðuleikarnar.
“Orð virka sum skamtað arsenikk : Tað verður svølgt, uttan at tú gevur tær far um tað, tað tykist ikki at rína á, men sum frá líður ger ávirkanin frá eitrinum vart við seg”.
( Victor Klemperer)
Prestarnir í Vága prestagjaldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald